Mynd: TV2

Varðhaldsfongslaðir fyri kynsligan ágang á hotelli í Keypmannahavn


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

20.04.2017 - 18:46

Tíðindi > Tíðindi > Danmark

Tveir menn eru varðhaldsfongslaðir og skuldsettir fyri at hava gjørt seg kynsliga inná tvær gentur, sum eru ávikavist 11 og 14 ár, á einum hotelli í Keypmannahavn í gjárkvøldið.

Hetta skrivar TV2, sum vísir á, at teir báðir menninir góvu gentunum rúsdrekka og rúsevni (kokain og hash), áðrenn teir hareftir gjørdu seg inná tær kynsliga.

Menninir eru 18 og 26 ára gamlir og skulu sita varðhaldsfonglsaðir hesar komandi fýra vikurnar.

Hendingin fór, sambært TV2, fram á Tivoli Hotel í Ami Magnussons Gade eitt stað ímillum kl. 22 og 03 í nátt.

Tað var, sambært Ekstra Bladet, arbeiðsfólk á hotellinum, sum ringdu til løgregluna, tá ið tey fingu illgruna um, at okkurt illgrunavert fór fram á hotellkamarinum. Tá løgreglan kom á hotellið, var tann 26 ára gamli maðurin framvegis á kamarinum saman við gentunum, meðan hin var farin avstað. Tann 18 ára gamli varð handtikin seinni.

Menninir nokta seg sekar.