Varðin Pelagic 3. desember 2017 (Mynd: Reidar Simonsen)

Varðin: Hava bygt undir øðrum fortreytum

Sverri Egholm

13.12.2017 - 06:53

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Vit hava lagt einar 500 milliónir í Varðan Pelagic, og við hesum uppskotinum, sum nú er samtykt, so hava vit bygt tað undir øðrum fortreytum enn teimum, sum nú eru skotnar út í kortið.

Tað segði Jákup Jacobsen, eisini nevndur Dunga Jákup, í viðmerking til VP í gjárkvøldið eftir, at fiskivinnunýskipanin varð samtykt í løgtinginum.

Hann sigur seg vera málleysan um at uppskotið er samtykt, og at teir á Tvøroyri hava bygt eitt ov stórt virki.

Í summar brendi Varðin Pelagic á Tvøroyri og beinanvegin varð farið í gongd við at byggja virkið upp aftur. Arbeiðið er nú komið væl áleiðis, men nú er óvist hvat hendir, sigur reiðarin.

Nýggja fiskivinnuskipanin varð samtykt við 18 fyri og 15 ímóti. Bill Justinussen úr Miðflokkinum atkvøddi sum tann einasti í andstøðuni fyri uppskotinum.