Mynd: Bjartur Vest

Varðin Pelagic søkt um byggiloyvi

Sverri Egholm

27.07.2017 - 21:46

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Stóra arbeiðsplássi í Suðuroynni, sum fór upp í royk 9. juni í ár, verður bygt aftur.

Tvøroyrar kommuna hevur nú móttikið umsókn frá Varðanum Pelagic um byggiloyvi til nýggjan bygning á Tvøroyri.

Bygningurin fer at hava eina gólvvíddá 11.400 fermetrar.

- Tvøroyrar kommuna fegnast um hesa umsókn og vil viðgera hana beint eftir ólavsøku, sigur kommunan.

At sólskinsøgan í Suðuroynni brendi hevur við sær, at kommunan á Tvøroyri missir nógvar skattainntøkur og havnargjøld.

Sambært einari meting hjá Kringvarpinum fyrr í hesum mánaðinum, missir Tvøroyrar kommuna eina millión av eldinum.