Brellbitar av verkum hjá: Hansinu Iversen, Guðrið Poulsen, Birgit Kirke og Pernille Mejslov

Várframsýningin 2017 letur upp fríggjadagin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

05.04.2017 - 13:13

Mentan > List > Myndlist

Seinnapartin fríggjadagin letur árliga Várframsýningin upp í Listasavni Føroya. Kim Simonsen, rithøvundur, setur framsýningina, sum opnar kl. 16.

Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri Várframsýningini.

12 listafólk luttaka í ár. Tey eru: Brandur Patursson, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Gunnvør Hoydal Brimnes, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jórunn Reginsdóttir, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Trina Gaard, og Tummas Jákup Thomsen.

Eins og í fjør sita Jón Sonni Jensen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samsonsen í úrvalsvendini.

Framsýningin verður at síggja á Listasavni Føroya frá 7. til 30.