Várframsýningin 2018 í Listasavni Føroya



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

05.04.2018 - 17:51

Mentan > List > Myndlist

Várframsýningin 2018 letur upp í Listasavni Føroya fríggjadagin 6. apríl. Vónbjørt Vang, rithøvundur, setur framsýningina.

Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri Várframsýningini.

14 listafólk luttaka í ár. Tey eru: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Kathrina Højgaard, Astri Luihn, Bjarni Mohr, Bjørg Jacobsen, Dan Helgi í Gong, Jana Jónhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Maria Smith, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Vagnur Dam, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen.

Í ár sita Jón Sonni Jensen, Annika Gregoriussen og Randi Samsonsen í úrvalsvendini.

Framsýningin verður at síggja á Listasavni Føroya frá 6. til 29. apríl 2018.