Várið hjá Okkara góð skoðsmál frá donskum ølkennarum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

04.04.2017 - 13:25

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Vár-ølin hjá bryggjarínum Okkara verður væl móttikin hjá øldrekkarum eisini uttan fyri landoddarnar.

Ølin í søljugula ílatinum var við, tá limirnir í Vestjysk Ølkultur herfyri høvdu royndarsmakking av 11 bryggjum, ið eru komin út í sambandið við páskirnar í ár.

Ølirnar, ið vórðu royndar, vórðu býttar í tvey, yvir og undir 6,2 prosent.

Og Vár hjá Okkara var best móttikin av teimum veikaru ølunum. Vár fekk 130 atkvøður og var sostatt kosin tann besta ølin í hesum flokkinum framman fyri Påske Bryg hjá Mylius-Erichsen Bryghus í Hvide Sande, sum fekk 126 atkvøður og Påske Bryg hjá Refsvindinge Bryggeri, sum fekk 111 atkvøður.

Okkara Vár einasta føroyska øl, sum var við í royndarsmakkingini hesaferð.

- Vit eru sera fegin um positivu gongdina. At fáa slíkan heiður hevur nógv at siga fyri bryggjaríið og starvsfólkini, sum hvønn dag gera sítt besta fyri at bryggja dygdarøl, sigur Petur Petersen, stjóri í Okkara.

Hann leggur afturat, at tað eisini hevur vakt ans uttanlands, at Okkara nú hevur fingið samstarv í lag við Mikkeler um at bryggja ølina ”Gullhornið”, sum kom á marknaðin í síðstu viku.