Várkonsert í Vestmanna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

17.05.2018 - 07:11

Mentan > Trúarlív

Tað verður mánakvøldið 2. hvítusunnudag 21. mai kl. 20:00, at Vestmanna Sangkór fer at hava árligu várkonsertina í Vestmanna Kirkju.

Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku vár- og summarsangum, nøkrum klassiskum og nøkrum nýggjari, og uppií nakrir svenskir og onkur á látíni.

Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vestmanna Sangkór