Várkonsertir við Tórshavnar Kamarkóri


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

19.05.2017 - 23:08

Mentan > Mentan > Konsertir

Nú um vikuskifti fer Tórshavnar Kamarkór at hava sínar árligu várkonsertir. Á skránni er millum annað tvær motettir eftir J. S. Bach, Jesu meine Freude og Komm Jesu Komm, ið verða framførdar saman við strúkarum.

Konsertirnar verða í Fuglafjarða Kirkju leygarkvøldið og sunnudagin í Vesturkirkjuni í Havn. Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Tórshavnar Kamarkór er kór undir Tórshavnar Kvøldskúla við 31 sangarum. Kórið hevur lagt seg eftir at syngja nýggjari føroyskan kórtónleik og avbjóðandi útlendskan tónleik. Kórið er sera virki, bæði her heima og uttanlanda og hevur luttikið á einari røð av konsertum í Føroyum, Europa og USA.

í 2016 vann kórið FMA virðisløn fyri "Besta bólk/kór" í "Opnum bólki" og í 2015, 16 og 17 vann kórið prís fyri bestu framførslu á kórfestivalinum, sum Kórsamband Føroya skipar fyri. Í mai 2016 luttók í eini altjóða kórkapping í Cork í Írlandi, við góðum úrsliti. Seinasta framførslan var fyri Íslendska forsetanum og gestum til veistludøgverða á Hotel Føroyum.