Soleiðis sá út fyrr í dag (Mynd: Kjartan Johannessen)

Vatnið á Tvøroyri kann drekkast aftur

Sverri Egholm

09.06.2017 - 19:26

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Drekkivatnið er nú kannað og Heilsufrøðisliga Starvsstovan hevur tikið avgerð um, at nú kunnu borgarnir aftur brúka og drekka vatnið sum áður.

Hesum boðar løgreglan frá í kvøld.

Fyrr í dag varð boðað frá, at frámælt varð, at drekka vatnið á Tvøroyri orsaka av stóra eldinum á virkinum hjá Varðanum Pelagic. Amoniakk var í nógva roykinum, sum legði seg yvir fjørðin.