Frá vinstru Jákup Magnussen, ráðgevi, Nomatek, Erik Davidsen, umsjónarleiðari, Aimé Jacobsen, borgarstjóri og Elsba Danielsen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni

Vatnveitingin í Sørvági løggildað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.04.2018 - 10:35

Tíðindi > Vágar - Sørvágur

Sørvágs kommuna hevur fingið løggilding til vatnverkið í Sørvági.

Heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skriva, at hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Við hesum mannagongdum fer tað, sum frá líður at hava við sær økta trygd fyri drekkivatninum til borgararnar.

Sambært hfs.fo er hetta bert sjeynda løggilding av kommunalum vatnverkum og vatnveitingarskipanum. Hinar eru:
- Skopunar kommuna, vatn
- Tórshavnar kommuna, vatnveiting, Velbastað
- á Rananum, vatnveitingarskipan, Tvøroyri
- Skálavíkar kommuna, vatn
- Tórshavnar kommuna, vatnveiting, Kaldbak
- Vága kommuna, vatnveiting, Miðvágur/Vatnsoyrar