Hóast Liljan Durhuss skoraði sjey mál fyri VÍF í dag, so høvdu Gurið K Augustinussen og hinar gott taka á oddaliðnum í deildini (Mynd: Jens Kr.Vang/Savnsmynd)

VB endaði kappingarárið í stórum stíli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

14.04.2018 - 18:45

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Tað er bert ein dystur eftir í Hvonn-deidlini í ár, áðrenn finalurnar verða leiktar. Í dag vórðu tveir dystir leiktir, og tað endaði við tveimum heimasigrum.

Í Vági var VÍF á vitjan. Vestmannakvinnur eru greitt oddalið, men fingu ikki tí bestu upptaktuni til finalurnar. VÍF uppbygdi sær annars eina leiðslu, og var á odda til sjey minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. VÍF skoraði millum annað trý tey fyrstu málini í dystinum. Men VB gjørdi eitt hál ímóti endanum av 1.hálvleiki, og var á odda 14-12, tá liðini fóru at hvíla seg.

Tað leikaði javnt á frá byrjan av 2.hálvliki. VÍF hekk í til tíggju minuttir vóru eftir, tá VB fór at renna undan. Heimaliðið skoraði heili níggju mál og vann dystin 32-25. Harvið endaðu vágskvinnur kappingarárið sera væl og fingu uppiborið bronsukrónurnar.

Í Hoyvík var StÍF á vitjan. Einasta stigið hjá StÍF í kappingarárinum kom í hús í Hoyvíkshøllini 3.desember 2017. Heldur ikki í dag megnaði kvinnurnar av vestara armi á Skálafjørðinum at bygja uppá, og H71 endaði kappingarárið væl.

Í fyrra hálvleiki leikaði javt á allan vegin, men hoyvíkskvinnur høvdu eina leiðslu uppá tvey mál, tá farið var til hálvleiks. Men heimaliðið skoraði fyrstu seks málini í 2.hálvleiki, og ellivu út av teimum fyrstu tólv. StÍF hevði sera trupult við at fáa mál í seinna hálvleiki; tað var ikki fyrenn ímóti endanum, at útiliðið fekk gongd á málskjótingina. 15 stig til hoyvíkskvinnur, ið er nýggjar í bestu deildini, er væl og virðiliga góðkent.    

24.umfar: 

VB - VÍF 32-25(14-12) 

Toppskjúttar: Agness Fallesen og Rúna M. Jacobsen 6 mál, Liljan Durhuus 7 mál


H71 - StÍF 30-23(14-12) 


Toppskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 8 mál, Rebekka Justinussen 6 mál 


Í morgin klokkan 14.30 tekur Kyndil ímóti Stjørnuni í Høllini á Hálsi.