Tveir av profilunum hjá VB, Gurið K. Augustinussen og Rannvá Johannesen (Mynd: Bjartur Vest)

VB má endurskapa stemningin frá garrvillu hálvfinaluni í 2013

Niels Petersen

03.02.2017 - 20:49

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar sunnudagin, og spennandi verður at fylgja við, hvørji lið fara at klára seg best. Hálvfinalurnar verða spældar yvir tveir dystir, ein á heimavølli og ein á útivølli. Men hóast hálvfinalurnar ikki verða avgjørdar sunnudagin, so er spenningurin um úrslitið avgjørt til staðar. Menninir spæla sínar fyrstu hálvfinalur mikukvøldið.

Í Vági fer VB eftir at endurskapa stemningin sum var, tá VB basti Stjørnuni í einum sonnum gysara í 2013. Tá vóru vágskvinnur aftanfyri við fimm málum frá fyrsta dystinum í Klaksvík, og tá ein minuttur manglaði av seinna dystinum í Vági manglaði VB trý mál, fyri at náa finalusessin, og tær kláraðu tað. Síðsta málið kom í síðsta sekundi, og so eksploderaði høllin av berum sigursrúsi.

Neistin verður ein torfør uppgáva
Í ár er tað Neistin, sum VB skal berjast við, fyri at náa einum finalusessi. Eisini hava vágskvinnur heimavøll í fyrra dystinum hesaferð, í mun til at hava heimavøll í seinna dystinum í 2013. Men uppskriftin er neyvt tann sama. Skal man gera sær tankar um at sleppa í finaluna, so skal dysturin vinnast sunnudagin.

Í hinari hálvfinaluni hjá kvinnunum spæla VÍF og Kyndil, og eisini her kunnu vit vænta ein spennandi dyst. Kyndil er gamaní - eins og Neistin er tað móti VB - ein lítil favorittur, men VÍF og VB hava heimavøll í fyrsta dystinum.

Neistin er í løtuni oddalið í Hvonn deildini og Kyndil er á øðrum plássi. VB er nummar trý og VÍF er á fjórða plássi. So talan er um tey sterkastu liðini í landskappingini, sum nú skulu hittast í steypakappingini.

Báðar hálvfinalurnar hjá kvinnunum byrja sunnudagin klokkan 15:00

Menninir spæla sínar fyrstu hálvfinalur mikukvøldið, og tá tekur H71 móti VÍF og Neistin tekur móti StÍF.
 Hesir dystirnir byrja báðir klokkan 20:00 mikukvøldið.