Mynd: EPA

Veddarar í øðini inn á føroyska landsliðið

Sverri Egholm

07.10.2016 - 22:13

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir øllum at døma eru tað øgiliga nógv, sum ikki trúðu uppá Føroyar og ein føroyskan sigur móti Lettlandi í kvøld. Í øllum førum ikki, um ein skal trúgva teimum nógvu dagføringunum um Lettland-Føroyar dystin á Twitter í kvøld.

Ein skrivar, at hann hevði 7 rættar dystir út av 8, og Føroyar oyðiløgdu hansara møguleika at vinna. Onnur eru skuffaði tí tey hava tapt pengar og serliga er tað ein við navninum Smoggy, sum sigur seg hava tapt 1000 pund.