(Mynd: Frederik Højfeldt Nielsen, DR)

Veddingarfyritøkur: Kristel vinnur ikki grandprixið

Sverri Egholm

15.01.2016 - 19:03

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Sambært donskum veddingarfyritøkum er tað 23 ára gamla Simone Egeriis, sum er stórur favorittur at vinna kappingina og syngja seg víðari til stóru Eurovision finaluna í Stockholm í mai.

NordicBet gevur einans pengarnar aftur 2,25 ferðir um Simone vinnur. 5,50 ferðir um Sophia Nohr vinnur, og 6,50 ferðir um føroyski luttakarin, Kristel Lisberg, vinnur.

Danske Spil eru meira tryggir við, at tað verður Simone við sanginum Heart Shaped Hole, sum vinnur. Har fært tú pengarnar 2,10 ferðir aftur. Hinvegin fært tú pengarnar 8,00 ferðir aftur um Kristel Lisberg, Anja Nissen ella Bracelet vinna.

Grand Prix Top 10 hjá NordicBet:

1. Simone - Heart Shaped Hole: 2.25
2. Sophia Nohr - Blue Horizon: 5.50
3. Kristel Lisberg - Who Needs A Heart: 6.50
4. Anja Nissen - Never Alone: 7.00
5. Lighthouse X - Soldiers Of Love: 10,00
6. Bracelet - Breakaway: 12.50
7. Veronicas Illusion - The Wrong Kind: 25,00
8. Jessica - Break It Good: 25,00
9. Muri og Mario - To Stjerner: 29,00
10. David Jay - Rays Of Sunlight: 35,00

Grand Prix Top 10 hjá Danske Spil:

1. Simone - Heart Shaped Hole: 2.10
2. Anja Nissen - Never Alone: 8.00
3. Kristel Lisberg - Who Needs A Heart: 8.00
4. Bracelet - Breakaway: 8.00
5. Sophia Nohr - Blue Horizon: 9,00
6. Muri og Mario - To stjerner: 9.00
7. Lighthouse X - Soldiers Of Love: 15,00
8. Jessica - Break It Good: 15,00
9. David Jay - Rays Of Sunlight: 30,00
10. Veronicas Illusion - The Wrong Kind: 40,00

Kelda: Tv2.dk

Les eisini: Yvirlit: Kristel ikki fyrsti føroyingurin í danska Melodi Grand Prix