Mynd: DR

Veddingarfyritøkur samdar: Simone vinnur prixið leygardagin

Sverri Egholm

10.02.2016 - 22:20

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Sambært donskum veddingarfyritøkum verður tað ikki ein føroyingur, sum kemur at syngja seg víðari í danska Melodi Grand Prixnum, tí sambært teimum, er tað framvegis 23 ára gamla Simone Egeriis, sum er stórur favorittur at vinna danska Melodi Grand Prix.

Hon var longu frá byrjan roknað sum ein av heilt stóru favorittunum. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at hon luttekur, tí hon hevur luttikið í danska Melodi Grand Prixnum tvær ferðir fyrr, men tað hevur ikki eydnast hjá henni at vinna seg víðari enn.

Um tú setur títt boð á Simone Egeriis fært tú 1,75 ferðir pengarnar aftur frá Danske Spil og 1,65 ferðir aftur frá NordicBet.

Útlitini hjá føroyska luttakarinum ikki líka góð. Danske Spil metir, at Kristel Lisberg fer at enda á fjórða plássi og sigur NordicBet at hon endar á triðja plássi. Um tú setur títt boð á Kristel Lisberg at vinna, fært tú pengarnar tíggju ferðir aftur hjá NordicBet og níggju ferðir aftur frá Danske Spil.

Grand Prix Topp 10 hjá NordicBet

1. Simone Egeriis - Heart Shaped Hole: 1.65
2. Anja Nissen - Never Alone: 8.00
3. Kristel Lisberg - Who Needs A Heart: 10.00
4. Muri og Mario - To Stjerner: 10.00
5. Lighthouse X - Soldiers of Love: 17:50
6. Bracelet - Breakaway: 17.50
7. Sophia Nohr - Blue Horizon: 17.50
8. Jessica - Break It Good: 30.00
9. David Jay - Rays og Sunlight: 50.00
10. Veronicas Illusion - The Wrong Kind: 75.00

Grand Prix Topp 10 hjá Danske Spil

1. Simone Egeriis - Heart Shaped Hole: 1.75
2. Muri og Mario - To Stjerner: 6.00
3. Anja Nissen - Never Alone: 6.50
4. Kristel Lisberg - Who Needs A Heart: 9.00
5. Bracelet - Breakaway: 15.00
6. Lighthouse X - Soldiers of Love: 15:00
7. Sophia Norh - Blue Horizon: 22.00
8. Jessica - Break it Good: 35.00
9. David Jay - Rays of Sunlight: 45.00
10. Veronicas Illusion - The Wong Kind: 60.00

Danska Melodi Grand Prix verður leygardagin og verður víst á DR 1 klokkan 19:00.