Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Veðrið á eini leið til landsdystin í annaðkvøld

Jens Hákun Leo

05.09.2016 - 13:59

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Prátið farnu dagarnar hevur snúð seg um, at tað møguliga fer at vera sera nógvur vindur til dystin ímillum Føroyar og Ungarn, sum verður í annaðkvøld á Tórsvølli.

Men meðan seinastu veðurforsøgnirnar fyri Havnina vísa, at tað verða einir 20 m/s á middegi í morgin, vísa tær somuleiðis eisini, at veðrið um kvøldið verður heilt hampiligt í mun til tað, sum upprunaliga varð væntað, nevniliga einir 12-13 m/s úr einum útsynningi og nærum turt.

Hetta kunnu harðbalnir føroyingar helst liva við – men spurningurin er, um ungarar fara at kunna liva við tí. Tað fer tíðin at vísa.

Landsdysturin millum Føroyar og Ungarn byrjar kl. 19:45.