(Tórsvøllur kl. 19:07)

Veðrið heilt hampiligt á Tórsvølli

Sverri Egholm

06.09.2016 - 18:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrrapartin og nakað út á seinnapartin hevur tað verið nógvur vindur kring alt Føroyar. Sum veðurforsøgnin segði, so skuldi vindurin minka út á seinnapartin og nú ein lítlan tíma undan dystarbyrjan á Tórsvølli, er veðrið blivið útmerkað.

Í øllum førum er veðrið eingin undanførsla, at ikki koma á Tórsvøll í kvøld. Tað er turt og lítið av vindi. Í Gundadali er eisini veðurgott, og tað gera tað ikki verri. Hitin liggur um 12 stig.

Dysturin millum Føroyar og Ungarn byrjar klokkan 19:45.