Tað regnaði illa í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Veðrið – batnar út á dagin

Ingi Samuelsen

11.08.2017 - 07:49

Tíðindi > Veðrið

Alt bendir á, at veðrið í kvøld og í annaðkvøld verður munandi betri, enn tað var fyrsta kvøldið á Summarfestivalinum í gjárkvøldið.

Tað vórðu nógvir karmar, ið skuldu turkast eftir at fyrst Lukas Graham og seinnai Danny & the Veetos høvdu hildið sínar konsertir á stóra pallinum í gjárkvøldið.

Men tað tyktist sum um gestirnir til ársins Summarfestival vóru væl fyrireikaðir. Flest øll væl ílætin í regnklæðum frá høvur til tá, og tað tyktist ikki at taka nakað av gleðini frá teimum nógvu túsund fólkunum, sum vóru til staðar.

Sigast skal tó, at avfallið í Klaksvík í gjárkvøldið langt frá var so nógv, sum tað upplivdist í høvuðsstaðnum.

Fyrr í vikuni varð mett, at sama veðrið skuldi vera í dag – fríggjadag. Men nýggjastu veðurforsøgnirnar eru nú broyttar. Tað regnar framvegis í dag, men sambært dagførdu forsøgnunum, klárar hann í seinnapartin, tá órógvandi lágtrýstið og tilhoyrandi brúgvarlagið er komið norður um Føroyar og hvørvur í ein landnyðring.

Ættin fer upp í norðan, seinni niður móti vestri, tað verður heldur kaldari, og tað verður turt, og turrveðrið heldur fram í morgin.

Fylg veðrinum her