Oddamaðurin í Focus, Thijs van Leer avmyndaður við flyglið í Studio Bloch (Mynd: Fróði Vestergaard / Norðurlandahúsið)

Focus eru komnir til Føroya: Veðrið órógvar ikki jazzfestivalin

Ingi Samuelsen

30.01.2015 - 20:05

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Veðrið og vantandi flogferðslan í dag fær onga ávirkan á stóra tónleikafestivalin Vetrarjazzur, sum er í Havn í hesum døgum.

Høvuðstiltakið á festivalinum verður í Norðurlandahúsinum í morgin, og hæddarpunktið verður konsertin við hollendska 70'ara bólkinum Focus. Fólk hava í dag verið bangin fyri um veðrið fær ávirkan á konsertina, men hollendski bólkurin kom til Føroyar longu í gjár, so konsertin verður hildin sum væntað við fullari manning, frættist frá fyrireikarunum.