Veðurforsøgn: Fer helst at regna í alt kvøld

Sverri Egholm

29.07.2017 - 18:45

Tíðindi > Veðrið

Fyrr í dag hevur tað regna og sirma eitt sindur, og líkt er til at tað fer at halda fram í kvøld og ein part av náttini.

Tí sambært feskastu veðurforsøgnunum byrjar at regna klokkan 20 og tað hjeldur fram til klokkan 03 í nátt.

Hinvegin verður ikki nógvur vindur. Hann lovar millum 6 og 7 metrar um sekundið av landnyrðingi og eystri.

Síggj veðurforsøgnina her