Veðurlagsáheitan frá borgarstjórum

Ingi Samuelsen

30.11.2015 - 17:35

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Veðurlagsbroytingar

Øll heimsins eygu eru hesa vikuna vend móti franska høvuðsstaðnum Paris, nú ráðstevnan COP21 er farin av bakkastokki. Hetta er stórur ST-fundur um veðurlagsbroytingar, sum setir dagsskránna kring heimin alla vikuna.

Tórshavnar kommuna ger eisini politiskt vart við seg. Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur saman við hinum høvuðsstaðarborgarstjórunum í Norðurlondum skrivað undir eina yvirlýsing, har heitt verður á heimsins leiðarar um at taka neyðug stig til tess at venda gongdini og basa veðurlagsbroytingunum.

Heðin Mortensen var longu í vár í Reykjavík, har hann saman við hinum borgarstjórunum umrøddi spurningin um veðurlagsbroytingarnar. Tá varð semja gjørd um at orðað eina felags yvirlýsing, sum staðiliga heitir á allar partar í heimshøpi um at fáa semju í lag um hesa stóru avbjóðing.

Yvirlýsingin verður handað leygardagin.