Í fjør var eisini sera gott veður á regatta í Hósvík (Mynd: Torkil Djurhuus)

Veðurstovurnar lova gott veður á regatta

Sverri Egholm

02.08.2017 - 23:11

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Fríggjadagin verður regatta í Hósvík og siglt verður av Eiði seint seinnapartin.

Á einum slíkum tiltaki í báti og við ymiskum virksemi á bryggjuni í Hósvík er veðrið altavgerandi.

Og tað sær út til, at veðurgudarnir eru við fyriskiparunum aftur í ár, tí veðurstovurnar lova sera gott veður bæði fríggjadagin og eisini leygardagin, tá nógvir av bátunum fara víðari á Ovastevnu í Nólsoy.

Fríggjadagin og alt vikuskiftið sigur hann vind av norði, undir 8 metrar um sekundið. Sólin kann daga fram, men kanska okkurt æl.

Hitin verður millum 10 og 14 stig. Um náttina 7 til 10 stig.

Fylg veðrinum her