Veganara-lið í professionellu ensku liguni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.05.2017 - 20:09

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Forest Green Rovers er ikki eitt heilt vanligt enskt fótbóltsfelag. Tað er tað einasta í heiminum, sum gjøgnumført er umhvørvisvinarligt og veganskt. Í dag gjørdist tað eitt ligafelag.

Tað hendi, tá Forest Green vann 3-1 á Tranmere í finaluni á Wembley um rættin at spæla í ensku liguni – tað vil siga í League Two, sum er fjórovasta deildin í enskum fótbólti.

Lítla felagið kemur frá Nailsworth í Gluchestershire nærhendis Bristol. Gestir, sum koma til heimadystirnar hjá felagnum á The New Lawn skulu ikki rokna við at kunna keypa enskar kjøt pie’s til dystin. Heldur ikki fish and chips. Ella vanligt øl.

Veggie-burgarar eru hinvegin sakin har, og hesir eru vorðnir rættiliga vældámdir millum fjeppararnar, verður sagt.

- Tað er kent, at reytt kjøt er ikki gott fyri avrikini, og tað er heldur ikki ókent, at topp-ítróttafólk lata vera við at eta tað, sigur Dale Vince, sum eigur felagið.

Alt, ið inniheldur kjøt, fisk ella mjólkarúrdráttur er bannað á økinum hjá felagnum. Har er hinvegin ovmikið av løðistøðum til el-drivin akfør, ravmagnið kemur frá sólfangarum, og smáir robottar klippa grasið á vøllinum, skrivar nrk.no.

Tað er Dale Vince, sum er orsøkin til, at Forest Green ikki er sum onnur ensk fótbóltsfeløg. Hann stendur fyri framleiðslu av grønari orku, og sigst vera góður fyri yvir eina milliard krónur.

- Sjálvur eri eg veganari og havi sterkar meiningar um umhvørvi, djóravælferð og fólkaheilsu, sigur Vince við The Sun.

Nú hevur hann ætlanir um at byggja ein nýggjan leikvøll, sum skal rúma upp í 10.000 áskoðarum, og tað verður fyrsti leikvøllur, ið verður bygdur úr timbri allur sum hann er.

Vince tók yvir ognarskapin í felagnum í 2010 og fór beinanvegin í holt við at gjøgnumføra sínar egnu hugmyndir í felagsrakstrinum. Longu árið eftir gjørdist hann søga í miðlunum, tá hann bannaði øllum reyðum kjøti á økinum hjá felagnum.

Tað var felagið sjálvt, sum tók samband við ríkmannin, tí felagið var í álvarsligum fíggjarligum trupulleikum, og í vanda fyri at fara á húsagang.

Við hansara bakgrund og áhugamálum, var felagsnavnið Forest Green hóskandi hjá Vince, tá hann fór inn í fótbóltsheimin, og frá byrjan av vóru ætlanir hansara veganskar.

Og tá Forest Green spældimóti Lincoln 1. november 2014, var tað at rokna sum fyrsti dystur í søguni við einum veganskum felag.

Nú er kósin sett móti The Championship, segði Dale Vince undan dystinum móti Tranmere á Wembley í dag.

The New Lawn hevur pláss fyri 5.141 áskoðarum, Býurin hevur alment 5.794 íbúgvar, so pláss er fyri stórt sæð øllum. Talan er eisini um tann minsta býin, sum nakrantíð hevur havt lið í professionellu liguni.

Forest Green var eisini í playoff-finaluni í fjør, men tapti tá fyri Grimsby.