Veitarar í oljuvinnuni noyðast at bjóða lægri prís fyri at fáa arbeiði

Jógvan Hugo Gardar

28.05.2015 - 11:11

Oljan >

Tað gerst bíligari at fara undir nýggjar oljuætlanir í Norðuratlantshavi, skrivar Ritzau Finans. Orsøkin er at lági oljuprísurin ger at yvirkapasitetur er í marknaðinum, og hetta leggur trýst á veitarar í øllum liðum í oljuvinnuni.

Ein av fyritøkunum sum er undir trýsti og sum noyðist at lækka sínar prísir, fyri at fáa nokk at gera, er Maersk Drilling.

Tað eru greinarar hjá Woodmackenzie, sum í samrøðu við Dagens Næringsliv siga at teir rokna við at prísurin fyri ymsu tænasturnar í Norðsjónum koma at lækka millum tíggju og tjúgu prosent í 2016.

Ein av greinarunum sum stendur aftanfyri greiningina, Malcolm Dickson, sigur at vit longu hava sæð at prísurin á nøkrum tænastum, til dømis leiga av boripallum, er lækkaður eini 20 prosent longu í ár.

Hann metir at so nógvir sum 40 prosent av boripallunum í bretskum sjógvi, og 23 prosent í norskum sjógvi, koma at vera uttanj uppgávur tá 2015 er farið at halla. Hetta kemur at merkjast í øllum liðum í oljídnaðinum, metir hann.

Dickson sigur at tað vera tey feløgini sum hava fíggjarliga orku til at arbeiða í einum ídnavi við lágum prísum, sum koma at vinna. Spurningurin er bara hvussu leingi ídnavurin má liva við lágum oljuprísum.

Hann vísir eisini á at tað er sera trupult at meta um oljuprísin. Hann vísir á at greinarar fyri einunm áriv síðani mettu at oljuprísurin skuldi hkka. Soleiðis gekk ikki.