Vel Føroyar-tiltak á Norðuratlantsbryggjuni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 09:48

Tíðindi > Danmark

Hóskvøldið verður hildið eitt tiltak í Keypmannahavn fyri fólk, sum umhugsa at flyta til Føroyar.

Tað eru BankNordik og Atlantsflog sum enn einaferð bjóða til eitt sokallað Vel Føroyar-tiltak á Norðuratlantsbryggjuni.

Á skránni eru ymiskar kunnandi framløgur. Tórshavnar kommuna fer at greiða frá praktiskum viðurskiftum um eitt nú grundstykki, dagstovnspláss og hvussu man ger, tá flutt verður til eina føroyska kommunu. Smyril Line og Trygd geva ráð um, hvussu tú pakkar bingjuna skilagott, og BankNordik, Skyn og Bústaðir greiða frá bústaðarmøguleikunum í Føroyum.

Er tað skilagott at taka gamla bilin við heim, hvørjar eru barnsburðar- og vanligu skattareglurnar í Føroyum, og hvussu tollar man flytigóðsið? Alt hetta fer Taks at greiða frá. Harafturat fer ALS at greiða frá møguleikunum, nýútbúgvin hava í Føroyum, og koma við ítøkiligum ráðum til at finna starv í Føroyum.

Høvi verður eisini at hoyra Rúnar Reistrup, stjóra í Hey, fortelja um, hví hann valdi Føroyar, og hvat Føroyar hava at bjóða. Rúnar kemur eisisni við góðum ráðum til, hvussu tú finnur dreymastarvið í Føroyum.

Aftur í ár er KokkaJam á skránni við føroyskum laksi, har høvi verður at royna tað besta, føroyska nátturan hevur at bjóða. Kokkarnir Gutti Winther og Jógvan Rasmussen standa fyri matinum. Afturvið matinum verður føroyskt øl og vatn og tónleikinum standa Frum og Sakaris fyri.