Mynd: Jens Kr. Vang.

Veljarakanning: Samgongan stóra afturgongd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hallur av Rana

06.03.2015 - 17:50

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Um løgtingsval var í dag, so hevði tíggjundi hvør veljari vent samgonguni bakið. Tað vísur nýggjast veljarakanningin, ið Fynd hevur gjørt fyri Sosialinum. Andstøðan, og serliga Javnaðarflokkurin, standa til at vinna komandi løgtingsval. Ein glotti er tó at hóma hjá samgonguni, tí samanmett við seinastu veljarakanningina hjá Gallup, so stendur samgongan til at hava framgongd.

Veljarakanningin vísur at samgongan missur tilsamans fýra tingsessir frá seinasta vali. Tað eru teir báðir stóru flokkarnir, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, ið standa til at missa hvør sínar tveir tingsessir. Tilsamans høvdu 10,6 prosent færri veljarar valt ein av samgonguflokkunum. Tað vil siga at tíggjundi hvør veljari hevði valt andstøðuna heldur enn samgonguna í dag.

Sambandsflokkurin missur 6,6 prosent og sæst tað aftur við at flokkurin missur tveir tingsessir, Fólkaflokkurin missur 3,6 prosent og tveir tingsessir, meðan seinasti samgonguflokkurin, Miðflokkurin, gongur aftur við 0,4 prosent, men varðveitir tingmannatalið.

Tað er Javnaðarflokkurin, ið hevur størstu framgongdina og vinnur tveir nýggjar sessir í mun til seinasta val. Flokkurin gongur 8,8 prosent fram. Tjóðveldisflokkurin vinnur ein tingsess, og fer trý prosent fram. Framsókn heldur fast við sínar tveir tingsessir, hóast eina afturgongd á 0,2 prosent.

Fyri Sjálvstýrisflokkin er eisini talan um góð tíðindi, tí flokkurin, ið so mangan verður dømdur at fara í søguna í veljarakanningum, megnar at halda fast um tann eina tingsessin, hóast afturgongdin er 1,1 prosent.

Um sammett verður við seinastu veljarakanning, Gallup gjørdi eina í desember, so er talan tó um eina framgongd hjá samgonguni. Sambandsflokkurin og Miðflokkurin taka seg tilsamans 1,1 prosent fram, har Sambandsflokkurin vinnur 0,7 prosent og Miðflokkurin 0,4 prosent. Fólkaflokkurin stendur í stað.

Tann framgongdin, ið teir báðir samgonguflokkarnir hava í mun til seinastu veljarakanning stavast øll frá afturgongdini hjá Javnaðarflokkinum. Javnaðarflokkurin, ið fekk eina framúr góða veljarakanning í desember, 28,3 prosent, minkar við 1,7 prosentum í nýggjastu veljarakanningini. Bæði Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa í stað, meðan Framsókn er einasti andstøðuflokkur, ið hevur framgongd frá seinastu veljarakanning. Teir fara frá 5,5 prosentum til 6,1 prosent.

Góða framgongdin hjá Framsókn verður greiðari, tá tær báðu seinastu Fynd kanningarnar verða sammettar. Í Fynd kanningini í november fekk flokkurin einans 3,3 prosent, og misti harvið ein tinglim, men er nú komin upp á 6,1 prosent. Tað er ein framgongd á 2,8 prosent.

Næstu størstu framgongdina síðani seinasti Fynd kanning fær ein av hinum smáu flokkunum í tinginum, Miðflokkurin. Til seinasti Fynd kanning fekk Miðflokkurin 4,8 prosent, meðan nýggjasta Fynd kanningin gevur teimum 5,8 prosent, ið er eitt prosent framgongd.

Síðani koma bæði Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, ið báðir kunnu vísa á eina framgongd á 0,8 prosent síðan seinasti Fynd kanning. Flokkarnir eru ávikavist farnir frá 25,8 prosentum til 26,6 prosent og 2,4 prosentum til 3,2 prosent.

Seinasti andstøðuflokkurin, Tjóðveldi, kann eisini vísa á eina framgongd síðan seinasti Fynd kanningin, tó við 0,2 prosent er hon nakað minni enn hinir andstøðuflokkarnir. Í veljarakanningin í november fekk flokkurin 21,1 prosent, meðan nýggja kanningin gevur flokkinum 21,3 prosent.

Framgongdin hjá hesum flokkunum frá seinastu Fynd veljarakanning má tó koma onkrastaðni frá. Hon stavast frá teimum báðu stóru samgonguflokkunum. Fólkaflokkurin er farin frá 20,1 prosentum í november til 18,9 prosent, meðan minkingin hjá Sambandsflokkinum er uppaftur størri. Til Fynd veljarakanningina í november fekk flokkurin 22,4 prosent, meðan flokkurin einans fær 18,1 prosent hesaferð. Ein afturgongd á 4,3 prosent.