(Mynd: EPA)

Veljarakanningar spáa stórsigur til Macron



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

18.06.2017 - 20:10

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

La République en Marche, sum er flokkurin hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, fær meirilutan í franska tjóðartingsvalinum.

Tað vísa í øllum førum exit-poll eftir, at valstøðini lótu aftur fyri einum góðum tíma síðani.

Danmarks Radio skrivar, at miðlarnir eru á ymsum máli um, hvussu nógvar sessir av teimum tilsamans 577 sessum, nýstovnaði flokkurin hjá Macron fær.

Reuters skrivar, at ein kanning frá Kantar Sofres vísir, at flokkurin fær 315 sessir meðan aðrar kanningar frá Ipsos og Elabe vísa, at flokkurin fær enn fleiri.

Hetta er annað umfar av franska tjóðartingsvalinum, sum hevur verið merkt av lítlari valluttøku. Klokkan 17 høvdu bara 35,33 prosent av fraklendingum verið á vali.