(Mynd: Sverri Egholm)

Venjing við bumbubresti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.03.2017 - 11:10

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Stór venjing hevur verið umborð á Norrønu í dag, meðan hon lá við bryggjuna í Havn.

Bæði løgregla, MRCC, sløkkilið, tyrla og bjargingarskip luttóku í venjingini.

Á heimasíðuni hjá Smyril Line síggjast tíðindaskrivini, ið eru ”send út” í sambandi við venjingina, har arbeitt varð við at spreingievni varð funnið umborð á Norrønu, meðan hon var stødd í Nólsoyarfirði.

Í venjingini skuldu luttakararnir taka sær av bæði eldsbruna, ið var íkomin í sambandi við tvær spreingingar umborð, um eina roynd at taka ferðafólk til gíslar, evakuering av fólkinum umborð og handtøku av tveimum yvirgangsmonnum.

Í sambandi við venjingina var ein fjølmiðlahøvuðsstøð sett upp á Hotel Hafnia og ein kreppustøð fyri avvarðandi í Gundadalshøllini.