(Mynd: Tvørmegi)

Venjingarmiðstøðin Tvørmegi fer undir sjálvboðið dopingeftirlit



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

15.05.2018 - 08:59

Ítróttur >

Venjingarmiðstøðin Tvørmegi Crossfit skrivar í tíðindaskrivi til miðlarnar, at venjingarmiðstøðin fer nú undir dopingeftirlit hjá Anti Doping Danmark.

Tvørmegi sigur, at hetta er fyri at tryggja, at neyðugt gjøgnumskygni verður í venjingar- og kappingarhøpi. Tey hava ein greiðan antidoping-politikk, men eingin føroysk eftirlitsskipan er, soleiðis at eitt løggilt eftirlit kann tryggjast í verki.

- Vit halda, at dopingeftirlit hevur stóran týdning, og tað er serliga viðkomandi innan kraftítrótt, har rørslur, sum eisini ganga aftur í CrossFit, eru uppií. Tí fær Tvørmegi nú, sum fyrsta fitnesstøð í Føroyum, limaskap í Anti Doping Danmark. Hetta er at kalla ein fyribilsloysn, inntil møguleikar vera í føroysku skipanini at tryggja neyðuga eftirlitið. Tvørmegi er farið í samstarv við ÍSF at fáa hetta í lag, og vit eru sera fegin um stuðul og ráð frá ÍSF. Nú verður skipan, har eftirlitið kann koma at vitja ófráboðað, tá vanlig venjing er, og tá kappingar verða fyriskipaðar, sigur Tvørmegi.

Ítróttarsamband Føroya sigur somuleiðis í viðmerking, at tey eru sera fegin um, at ein venjingarmiðstøð í Føroyum hevur gjørt avtalu um antidoping.

- ÍSF er sera fegið um, at Tvørmegi sum fyrsta venjingarmiðstøð hevur gjørt avtalu við ADD. Vit fara nú at bjóða øllum hinum venjingarmiðstøðunum í Føroyum til kunningarfund, og okkara vón er sjálvandi, at allar sum ein gera avtalu við ADD um antidoping samstarv, soleiðis at foreldur at ungum íðkarum kunnu kenna seg vís í, at børn teirra venja í einum umhvørvi, sum aktivt tekur frástøðu frá doping, sigur ÍSF.