(Mynd: EPA)

Venus Williams í Wimbledon-finaluni

Ingi Samuelsen

14.07.2017 - 09:37

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

37 ára gamla Venus Williams hevur møguleika at gerast elsti Wimbledon vinnari síðan Martina Navratilova í 1994.

Í gjár spældi Williams seg til finaluna í stóru tenniskappingini, tá hon lættliga vann hálvfinaluna móti ensku Johanna Konta.

Hetta er níggjunda ferðin, at eldra Williams-systirin spælir seg fram til finaluna í Wimbledon. Hon vann í gjár hálvfinaluna í tveimum settum, 6-4 og 6-2. Í finaluni hittir hon sponsku Gabriñe Muguruzza, ið eisini spældi seg lættliga í finaluna.

Hon bankaði Magdalena Rybarikova úr Slovakia við 6-1, 6-1 í gjár.

Venus Williams hevur vunnið Wimbledon fimm ferðir fyrr. Seinast í 2008. Hon var eisini í finaluni í 2009, men tá tapti hon móti systrini Serena, sum ikki er við í ár orsaka av, at hon er við barn.

Hjá monnunum verða hálvfinalurnar spældar í dag. Amerikanarin Sam Querrey spælir móti kroatanum Marin Cilic í aðrari, meðan veteranurin Roger Federer úr Sveits spælir móti Tomás Berdych í hinari.