Mynd: Jens Kr. Vang

Ver lønar Pokemon veiðifólkum

Steinar Patursson

22.07.2016 - 10:40

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

Ver hjá Føroya Tele hevur eins og so nógv onnur fingið Pokemon Go fepur, og hevur nú sett sær fyri at løna teimum, ið ganga nógv og leita eftir Pokemons.

Ver boðar í dag frá, at ókeypis data verður latið teimum, ið hvønn mánadag til og 15. august koma í Telebúðina og kunnu vísa, at tey hava gingið meira enn 5 kilometrar við Pokemon Go.

Pokemon Go appan telur allar teir kilometrarnar, ið verða gingnir, og tað er tað, ið skal vísast í Telebúðini, fyri at fáa 1GB av data hvønn mánadag.

Størri vinningar eru tó møguligir hjá teimum, ið ætla sær at ganga nógv longri enn fimm kilometrar. Ver ætlar at trekkja lut millum tey, ið megna at ganga 25, 50 ella 100 kilometrar, um vinningar frá Apple.

Pokemon Go dillan hevur seinastu vikuna veruliga gjørt um seg í Føroyum, og á nærum hvørjum gøtuhorni stendur onkur við einari fartelefon og roynir at finna Pokemons.

Les eisini: Kvívík er eitt gott mið - Ungdómurin streymar til Kvívíkar