Dame Vera Lynn, myndin er frá 2009 (Mynd: EPA)

Vera Lynn: 100 ár og úti við nýggjari plátu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

20.03.2017 - 14:10

Mentan > Mentan > Tónleikur

Í dag fyllir vælkenda bretska sangarinnan, Dame Vera Lynn, 100 ár.

Vera Lynn er mest kend fyri at halda mótið uppi hjá bretsku hermonnunum undir øðrum heimsbardaga við sínum vakra sangi. Tað var tá, hon fekk tilnavnið ”The Forces’ Sweetheart” heft á seg. Eisini í Føroyum gjørdist hon sera væl umtókt við sangum sum ”We’ll meet again” og ”White Cliffs of Dover”.

Í sambandi við 100 ára dagin er júst komin út ein nýggj útgáva við Veru Lynn, og hon verður sostatt tann fyrsti 100 ára gamli í søguni, sum gevur út fløgur, skrivaðu bretskir miðlar, tá tíðindini um nýútgávuna við Veru Lynn komu út.

Talan er tó ikki um eina nýinnspælda útgávu, men um eitt savn við hennara kendastu songum. Vera Lynn 100 eitur plátan, sum kom út fríggjadagin. Ein sangur, sum ikki hevur verið givin út fyrr, er tó á útgávuni, nevniliga ein upptøka av sanginum ”Sailing” hjá Sutherland Brothers, sum er mest kendur í innspælingini hjá Rod Stewart. Hetta kom óvart á fyri nógvar kennarar, sum ikki vistu av, at hon hevði innspælt henda sangin.

Tá Vera Lynn var 93 ár kom eisini ein pláta við hennara kendu sangum út, og tann útgávan endaði ovast á sølulistunum í Onglandi, og tá setti hon eisini eitt met sum tað elsta listafólki, ið hevur ligið ovast á sølulistanum fyri tónleikaútgávur.