Vanessa Trump við manni og børnum. Myndin er frá degnum, tá Donald Trump varð tikin í eið sum forseti í fjør (Mynd: EPA)

Verdóttir forsetans lat upp brævbjálva til hvítum pulvuri



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.02.2018 - 07:40

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Verdóttir amerikanska forsetan varð í gjár av trygdarávum flutt á eitt sjúkrahús í New York, eftir at hon hevði latið ein brævbjálva við hvítum pulvuri upp.

Vanessa Trump, ið er gift við Donald Trump Jr., gjørdist úrssalig og ringdi til alarmsentralin, upplýsir ein talsmaður hjá løgregluni fyri fjølmiðlunum.

Fyrstu kanningarnar av hvíta pulvurinum benda á, at tað ikki er vandamikið. Ongið boð eru um, hvat slag av pulvuri talan var um.

Vanessa Trump hevur greitt frá, at hon fór at hosta og fór at klíggja, tá hon lat brævið upp.

Brævið var stílað til mann hennara, Donald Trump Jr., á privata bústaði teirra. Tey búgva í eini íbúð á Manhattan.

Secret Service, sum hevur ábyrgdina av trygdini hjá forsetafamiljuni, hevur ikki gjørt viðmerking til tilburðin, sigur AP tíðindastovan.