Verður eftir ætlan flutt í annað starv

Sverri Egholm

24.04.2018 - 13:39

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Liljan Weihe hevur í morgun fingið boð um, at ætlanir eru um at hon skal úr starvinum sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum og setast í annað starv, sum verður gjørt til hana.

Tað sigur Sigmund Poulsen, advokatur hjá Liljuni Weihe, við in.fo í dag.

Sum skilst hevur nýggja starvið hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum einki við tíðindaleiðslu at gera og hevur eina væl minni mánaðarløn.

Í løtuni verður misálit á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, viðgjørt í tinginum í kjalarvørinum av avgerðini hjá Mentamálaráðnum um at ógilda uppsøgnina av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara.

Les eisini: Liljan Weihe við Sosialin: - Havi ikki verið illoyal