Verður førdur fyri dómara í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.09.2017 - 09:10

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Ein maður, sum seinnapartin í gjár varð handtikin fyri at hava stungið eftir einum øðrum manni í miðbýnum í Havn, skal stillast fyri dómara í dag.

Av tí at maðurin fyrr er dømdur fyri líknandi harðskap, ynskir løgreglan at varðhaldsfongsla mannin, sum tí verður førdur fyri grundlógarhoyr í rættinum í dag, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Tað var um hálvgunfimm tíðina í gjár, at illsemja kom millum tveir mans í miðbýnum, og annar tók fram knív. Skaðin, sum hin maðurin fekk av knívinum verður tó ikki mettur at vera álvarsligur, skilst.

Les eisini: Knívur á lofti í miðbýnum: Ein maður handtikin