Tá Hvannasundstunnilin varð gjørdur í 60unum (Mynd: Petur Martin Frederiksen)

- Verður ikki bíðað eitt sekund afturat

Sverri Egholm

13.02.2018 - 22:17

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Tað er ikki undarligt at fólk kenna seg so dyggiliga svikin. Tíðin er langt síðan farin frá verandi tunlum og tað verður ikki bíðað eitt sekund afturat.

Hetta sigur Hjalmar Zachariassen, sum er búsitandi í Hvannasundi, í sambandi við, at løgtingið í morgin skal viðgerða eina alternativa fígging til verkætlanina at betra viðurskiftini Norður um Fjall.

- Landið mergsýgur alivinnuna norðanfyri tunlanir fyri fleiri hundrað milliónir um ári í tøkuvinningi, vinningskatti og ørðum. Men at unna íbúgvinum virðilig vegviðurskifti hevur ikki hepnast, hóast fólk hava rópt í 30 ár, skrivar hann á lesarin.fo.

Hjalmar Zachariasen sigur í lesarabrævinum, at tunlarnir norður um Fjall eru smalastu tunlar í Føroyum við einari breidd á 2,8 metrar. Hvalbiartunnilin, sum varð boraður áðrenn, er 3,3 metrar høgur. Eisini eru tunlarnir norður um Fjall lægstu tunlar í landium við einari hædd á 3,1 metrar.

Hagtølini hjá Landsverk siga, at í 2017 koyrdu í miðal 1311 akfør gjøgnum tunlarnar, sum eru bygdir í 60’unum, hvønn dag.

Trygd er eingin
- Tað er lætt at lýsa trygdina, har er eingin. Umleið 50 ungdómar fara við bussi til Klaksvíkar í skúla og heimaftur hvønn gerandisdag. Bussurin er 2,55 metrar breiður, og breytin er 2,80 metrar breið. Tað gevur seg sjálvt, at har er einki at geva av. Tað er nóg illa pláss at fáa hurðina upp á bussinum, og sera torført at fáa avskipað øll hesi fólkini í einari so trongari støðu, har tíðin er óhugnaliga knøpp.

- Ein greið niðurstøða av trygdarvenjingum, sum hava verið, er, at tað er ikki forsvarligt at senda sløkkiliðsfólk inn at sløkkja, um tað kemur eldur í, tí at hitin sleppur ikki burtur.

Brádliga skuldi Viðareiðistunnilin gerast
- Eftir aldarskiftið komu tunlanir í verklagslógina sum nummar tvey á listanum. Karsten Hansen nevndi í tinginum, at tað bleiv lagt í kortið so tíðliga sum í 1999 at tunlanir skuldu gerast so skjótt tað var ráðiligt.

- Brádliga gjørdist Viðareiðistunnulin háaktuellur og tunlarnir norð um Fjall gjørdist nummar trý á listanum. Tað gjørdust tunlarnir norðuru m Fjall ein verkætlan uttan fígging og politiskan vilja.

Nú hevur andstøðan so lagt uppskot fyri tingið, har tunnilsfelagið handan Norðoyatunnilin skal rinda fyri nýggju tunlarnar.

Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 11, og málið um tunlarnar norður um Fjall er sum nummar fimm á skránni.

Alt lesarabrævið hjá Hjalmari Zachariassen við hagtølum og øðrum sæst her