Kristin Michelsen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Verður ikki í tinginum fríggjadagin

Sverri Egholm

06.12.2017 - 18:14

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Kristin Michelsen verður ikki í Føroyum og tí heldur ikki í tingsalinum fríggjadagin, tá onnur viðgerð av fiskivinnunýskipanini er á skrá.

Tað váttar hann fyri útvarpinum í kvøld.

Hann vil ikki siga, um nakar annar tekur sæti á tingi fyri hann, men sigur, at hann fer til Danmarkar og at hesin túrurin varð planlagdur fyri fleiri mánaðum síðani.