(Mynd: Jens Krt. Vang)

Verji: Tann órættaði er sanniliga ikki Guds besta barn

Jens Hákun Leo

14.06.2018 - 06:40

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Persónur C (tann órættaði í Øksarmálinum) er ikki Guds besta barn. Tak ikki feil av honum. Hann var skítetandi fullur, tá hann kom í ballið. Og hini í ballinum vóru fyrst í 20-unum, meðan hann var 37-38 ár. Hvat í allari víðu verð gjørdi hann har?”

Henda retoriska spurning setti Óli Jákup Kristoffersen, verjin hjá Persóni B (tí 24 ára gamla ákærda manninum í Øksarmálinum), í sambandi við at hann hevði sína proceduru í málinum í gjár.

Í morgin fellur dóminum í málinum, og Óli Jákup Kristoffersen og Jógvan Páll Lassen gjørdu í gjár sítt ítarsta til at verja søkina hjá teimum báðum ákærdu monnunum, sum báðir standa til at fáa ein langan dóm.

Tann 24 ára gamli ákærdi ikki eitt álítandi vitni
Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, gjørdi eisini sítt ítarsta til at føra prógv fram í málinum um, at menninir báðir vóru sekir í morðroynd. Tað var tá serliga Persónur B, sum hon legði dent á.

Hon vísti á, at hann ikki kundi metast sum eitt álítandi vitni. Fyrst var tað pástandurin hjá Persóni B um, at hann royndi at steðga Persóni A (tí 22 ára gamla ákærda í Øksarmálinum) at svinga við øksini.

”Persónur B segði í rættinum í síðstu viku, at hann royndi at steðga Persóni A at svinga við øksini niður í Persón C. Men eitt vitni í málinum sigur, at hann ikki steðgaði at svinga við øksini, fyr enn ein bilur kom framvið.

Hesselberg førdi víðari fram, í andsøgn til frágreiðingina hjá Persóni B:

”Persónur B, sum tók øksina fram, áðrenn farið varð út, visti, at Persónur A tók øksina við sær út. Og Persónur B eigur at hava vitað, at Persónur A kann eksplodera. Og harumframt er greitt, sambært frásøgnini hjá náttarvaktinum hesa náttina, at øll í ballinum vóru samd um, at ein revsihandling skuldi fremjast yvir Persón C”.

Hesselberg førdi í hesum sambandi fram, at náttarvakturin skal hava hoyrt persón B siga, at ”eg fari so í hvussu er (út eftir Persóni C)”.

Hesselberg legði í heila tikið stóran dentá Dolos Eventualis prinsippið, um at ein kann dømast fyri morðroynd, tá ein góðtekurpremissurnar um, attað er ein vandi fyri, atat ein persónur kann doyggja av handlingunum hjá sær. Tað var hetta, sum hon metti var galdandi fyri bæði Persón A og B. Viðvíkjandi Persóni B legði hon upp til, at hann framprovokeraði Persón A til at taka øksina út við sær, tá hann tók hana fram.

”Kunnu vit veruliga trúgva, at Persónur B ikki visti, hvar øksin var?”, spurdi Hesselberg retoriskt.

Hon greiddi í aðrar mátar frá søguni hjá vinmonnunum báðum, Persóni A og B, og um hvussu teir millum annað høvdu verið í lag í sambandi við eitt harðskapsmál í Havnini í 2015, og hvussu teir sum heild høvdu staðið upp fyri hvønn annan upp ígjøgnum árini – við harðskapi, væl at merkja.

Ákærdi skifti frágreiðing so at tað tænti hansara endamáli
Hesselberg gavst ikki so og viðgjørdi harnæst bardagan við vegamótið Íslandsvegin-Landavegin ímillum Persón B og C:

”Hvussu kann man, sum Persónur B sigur, hava ligið omaná einum, tá man (í hesum føri Persónur C) hevur skaðar frammanfyri á armunum, sum tit hava greidliga sæð á myndunum.”

Í hesum viðfangi sipaði hon til frágreiðingina hjá Persóni B um, at Persónur C skal hava ligið omaná honum, tá Persónur A er komin við øksini. Hetta fekk hon ikki at hanga saman, og nýtti hon myndirnar í málinum til at stuðla próvførslu sínari. Hon vísti á, at Persónur C hevur ligið undir Persóni B, sum hevur hildið honum niðri.

Í hesum viðfangi nýtti Hesselberg eisini upprunaligu frágreiðingina hjá Persóni A at stuðla seg til. Persónur A hevði ført fram yvirfyri løgregluni stutt eftir álopið í fjør, at hann hevði høgt við øksini, meðan Persónur B hevði hildið Persóni C niðri. Hetta hevði hann fortalt løgregluni, eftir at hann hevði fingið hetta at vita frá Persóni B, av tí at hann sjálvur ikki mintist nakað frá kvøldinum. Harundir skal hann hava spurt morgunin eftir, tá hann vaknaði í rúsuselluni hjá løgregluni: Havi eg dripið nakran í nátt? Hesselberg sló herundir fast í rættinum í gjár, at Persónur B helst ikki hevur væntað, at Persónur A fór at siga, sum var fyri løgregluni.

Í rættinum broytti Persónur B frágreiðing hesum viðvíkjandi, meðan Persónur A ikki longur segði seg minnast hendingina. Enn einaferð stóðu vinmenninir upp fyri hvønn annan, vildi Hesselberg helst sagt – og hon segði nú eisini líknandi í rættinum í gjár.

”Vitni hava ikki loyvi at lúgva í rættinum, men hjá ákærdum er tann ásetingin ikki galdandi. Og eg vænti, at Persónur B roynir at tillaga frágreiðingina hjá sær, so at hon passar til hansara endamál”.

Hansara endamál, sum er at sleppa fríur.

”Og um Persónur B einki hevur sæð av tilburðinum við øksini, sum hann pástendur, hvussu kann hann so senda eini boð á Snapchat um hendingina?”, spurdi Hesselberg víðari, sipandi til Snapchat boðini, sum Persónur B sendi til eina unga dámu, sum hann hevði datað, beint áðrenn og aftaná álopið á Persón C.

Í hesum boðum stóð millum: ”Wtf? Vit – eg og Persónur A – hava júst stungið ein persón við einari øks fleiri enn 20 ferðir, eftir at hann – Persónur C - royndi at stinga okkum.”

Órættaði tosaði við ákærda í heili sjey minuttir
Advokaturin hjá Persóni A metti ikki, at Kvf hevði gjørt nóg nógv burtur úr hesum síðsta brotinum í sambandi við eitt innslag um Øksarmálið – og legði hann við hesum upp til, at Persónur C hevur tikið knívin hjá sær úr ryggsekkinum og gjørt seg til reiðar til bardaga.

”Persónur C ringdi upp og tosaði í telefon við Persón A í sjey minuttir, eftir at hann var farin út frá ballinum og hareftir gevið Persóni A ein frammaná. Í sjey minuttir! Hann kundi saktans brúkt ta tíðina uppá at gingið omanaftur til Glitnir, har hann var komin frá fyrr um kvøldið, um hann vildi sleppa vekk frá staðnum. Men hann hevur staðið og bíðað eftir einum bardaga”, førdi Jógvan Páll Lassen fram í Føroya Rætti í gjár.

Fyri Lindu Margrethu Hesselberg var hetta líkamikið í tí stóra høpinum. Bara endaligu avleiðingarnar av álopinum eigur at hava nakað at siga, tá nevningatingið skal taka støðu í málinum, legði Hesselberg dent á.

Endaligu avleiðingarnar sum vóru, at Persónur C fekk 26 skaðar eftir at hava verið høgdur 16 ferðir við einari øks, meðan Persónur A og B ongar skaðar fingu í sambandi við álopið.

Les eisini: Tann 22 ára gamli: Nú kann eg endiliga fáa neyðugu hjálpina