Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Verkfallið kostaði Pedagogfelagnum 30 milliónir

Sverri Egholm

23.01.2018 - 13:26

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Júst hvussu nógv verkfallið kostaði vil Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum ikki siga, men hann sigur, at tað liggur um 30 milliónir krónur. Tað upplýsti hann fyri útvarpinum á middegi.

Tey, sum hava verið longst, hava verið í verkfalli í 33 dagar, so hetta er ikki ein bíligur umgangur hjá pedagogfelagnum, sum hevði umleið 2000 limir í annaðhvørt verkfalli ella verkbanni í desember og januar mánað.

Um tað verður neyðugt við láni at rinda allar pengarnar vil Jógvan Philbrow heldur ikki siga nakað um.

- Vit satsa uppá fult endurgjald, men enn hava vit ikki fingið allar upplýsingar inn frá kommunum og landinum, sigur Jógvan Philbrow við Kringvarpið.

Hann væntar, at tá januarmánaði er farin framvið, hava øll fingið endurgjald.