(Mynd: EPA)

Versonur forsetans mist hægstu trygdargóðkenning

Ingi Samuelsen

28.02.2018 - 11:59

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Versonurin hjá Donald Trump, Jared Kushner hevur ikki longur atgongd til dagligu kunningarnar hjá forsetanum.

Embætisfólk í Washington upplýsa, at versonurin og ein av nærmastu ráðgevarum forsetans, hevur mist sína hægstu trygdargóðkenning, upplýsir AFP tíðindastovan.

Jared Kushner er giftur við forsetadóttrini Ivanka Trump. Tá hann ikki kann vera við til dagligu kunningarnar, fær hann heldur ikki atgongd til staðið, har djúpastu loynidómar landsins verða viðgjørdir.

Amerikansku miðlarnir CNN og Politico skriva, at Kushner longu í farnu viku misti hesi rættindi.

Jared Kushner hevur hetta seinasta árið havt eina fyribils trygdargóðkenning á hægsta stigi. Men henda góðkenning er nú niður sett niður frá ”topployniligt” til ”loyniligt”.

Ovastin í Hvítu Húsunum, John Kelly, gav í farnu viku boð um, at persónar við fyribils trygdargóðkenningum skuldu missa atgongdina til djúpastu loynidómarnar, um teir ikki kundu fáa eina varandi góðkenning.

Freistin var fríggjadagin, og hetta eydnaðist eftir øllum at døma ikki fyri Kushner.

Kushner hevur annars verið ein av nærmastu ráðgevarum forsetans. Men seinastu hendingarnar fáa nú eygleiðarar at halda, at hansara politiski leiklutur nú kanska er minkandi.

Men hesum vísir advokaturin hjá Kushner, Peter Mirijanian aftur.

- Tað er ikki óvanligt, at tað tekur síð at fáa eina varandi trygdargóðkenning í eini nýggjari fyrisiting, sigur hann sambært AP-tíðindastovuni.

Jared Kushner fekk eisini umrøðu í farnu viku, tá serligi ákærin, Robert Mueller, vísti honum serligan áhuga. Mueller, sum millum annað kannar sambandið millum Trump og Russland, hevur sett Kushner í samband við fleiri altjóða sambond.

Sagt verður, at Kushner skal hava hildið loyniligar fundir við kinesarar í tíðarskeiðinum millum valdigurin og innsetanina av nýggja forsetanum.