Vertirnir løgdu út við greiðum sigri

Agnar Frederiksen

14.06.2018 - 18:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Russland kom sera væl frá byrjan, tá Saudi Arabia varð skúgvað til viks í opningsdystinum. Vertirnir vunnu 5-0, og vóru omaná allan dystin.

Eftir eina opningsceremoni við luttøku av millum annað einum sera lívligum Robbie Williams, og har Vladimir Putin hevði eina stutta vælkomstrøðu, so kundi fyrsta bríksl ljóða.

Tað boblaði av spenningini ímillum mongu russararni
r á Luzhniki leikvøllinum, og teir flestu av teimum gott 80,000 áskoðarunum kundi fegnast eftir 11 minuttir. Eftir eitt hornaspark kom bólturin útfrá aftur í vinstra borð, har Aleksandr Golovin legði eitt frálíkt innlegg ímóti aftaru stong. Ein verjuleikari gleið, og so kundi miðvallarin Yury Gazinskiy ótarnaður stútað bóltin niður í longra hornið.

Leikararnir hjá Saudi Arabia tyktust heldur nervaðir av støðuni, og fingu ikki skapt tað stóra. Russland hevði gott tamarhald á støðuni, og søkti fyri at økja um leiðsluna.

Miðskeiðis í 2.hálvleiki misti heimaliðið ein av sínum avgjørdu profilum. Spælskiparin Alan Dzagoev úr CSKA Moskva hevur verið nógv skaðaplágaður ígjøgnum sína yrkisleið, og eftir at hann fekk eina góða byrjan uppá dystin, sá tað út til at hann fekk eina fibur í høgra baklær. Hetta kann fáa neiliga ávirkan á russiska liðið, men avloysarin hjá Dzagoev gjørdi tó av álvara vart við seg í dag.

Denis Cheryshev úr Villareal økti stutt fyri hálvleik. Saudi Arabia misti bóltin í uppspælinum, og so gjørdu russarar skjótt av. Golovin førdi bóltin, og umvegis Zobhin endaði hann hjá innskifta Cheryshev til vinstur inni í brotsteiginum. Við elegantari skotfintu snýtti hann tveir verjuleikarar og smekkaði bóltin upp í vinstra málhorn.

Seinni hálvleikur var heldur tamur. Saudi Arabia megnaði ikki at leggja nakað trýst á Russlandi. Hóast Saudi Arabia hevði bóltin meira, so kom einki skot á málið hjá Igor Akinfeev. Heimaliðið punkteraði dystin, tá tjúgu minuttir vóru eftir. Stóri og sterki áleyparin, Artem Dzuba var júst komin inn á vøllin, tá hann setti pannina á eitt frálíkt innlegg fraá Golovin. 3-0, og so var avgjørt.

Dzuba spældi í 2009 í Gundadali ímóti føroyska U21-landsliðnum. Saman við Dzagoev og hinum russarunum mátti Dzuba lúta ímóti føroyingunum. Ein 17-ára gamal Jóan Símun Edmundsson gjørdist tá matchvinnari.

Í yvirtíðini fingu áskoðarnir eina perlu og eitt gott frísparksmál at fara heima uppá. Dzuba legði bóltin av við høvdinum, Cheryshev tók bóltin við sær inn í brotsteiginum, og við einum frálíkum skotið við vinstru uttarsíðu fór bólturin upp í longra málhorn. Og við seinasta sparkinum í dystinum økti besti leikarin á vøllinum, Aleksandr Golovin, við beinleiðis frísparki frá brotsteigarmarkinum. 5-0 og sera sannførandi sigur til vertirnar.

Einki VAR og einki drama. Sum væntað gjørdist opningsdysturin ikki nakar leikligur klassikari,men Russland greiddi sína skyldu, skoraði nøkur góð mál og hevur tryggjað sær eitt gott útgangsstøði í bólkinum.

Í morgin kl.13.00 dystast hini bæði liðini í bólkinum. Uruguy og Eygyptaland bresta saman, og hetta kann gerat ein lykladystur.


Russland – Saudi Arabia 5-0 (2-0)

12.min 1-0: Yuri Gazinskiy

43.min 2-0: Denis Cheryshev

71.min 3-0: Artem Dzyuba

90.min 4-0 Denis Cheryshev

90.min 5-0 Aleksandr Golovin