Russland vandi í gjár á Luzhniki leikvøllinum í Moskva, har opningsdysturin verður leiktur í dag (Mynd: EPA)

Vertirnir stórfavorittar í setanardystinum

Agnar Frederiksen

14.06.2018 - 09:32

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Dagurin, sum ein rúgva av fótbóltsfjepparum kring heimin hava bíða eftir, er nú her: HM í fótbólti verður endiliga sparkað í gongd. 

Endaspæl nummar 21 fer av bakkastokki seinnapartin. Hetta er fyrstu ferð, at Russland er vertur fyri einum HM-endaspæli, og fyrstu ferð at HM verður hildið í Eysturevropa.

Russland verður ikki mett at verða ímillum sterkastu vertstjóðir, sum hava verið ígjøgnum søguna. Heldur ikki eru vónirnar tær allarbestu í vertslandinum sjálvum. Russar hava havt sera trupult við at vinna í sínum venjingardystum, og seinastu endaspølini hava ikki eydnast væl. Men tað er einki at dylja yvir, at Russland hevur góðan møguleika at koma víðari, og helst skal koma víðari.

Mótstøðuliðið hjá Russlandi í dag er oljuríka Saudi Arabia, ið bert einaferð hevur spælt seg víðari úr bólkaspælinum. Russiska liðið er væl sterkari á pappírinum, hóast eingir markantir profilar eru hjá vertunum. Hjá Saudi Arabia er tað ein stór uppliving at verða við til at seta HM-endaspæli. 

Russland kann byrja væl við trimum stigum, og tað kann verða við til at seta veruligt lív í tjóðina, bólkin og endaspælið. Favorittleikluturin er í hvussu er greiður, og spenningurin kring heimin er sera stórur, nú fyrsta sparkið í endaspælinum er sera stutt fyri framman

Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 16.00. Undan sjálvum fótbóltinum á Luzhniki leikvøllinum er eitt setanarhátíðarhald á skránni, har millum annað Robbie Williams framførir. Dysturin kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarp Føroya og á danska TV2.

Hini bæði liðini í bólki A, Uruguay og Egyptaland, dystast í morgin.