(Mynd: Sverri Egholm)

Veruligar samráðingar byrjaðar

Ari av Rana

12.01.2018 - 15:13

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Semingsstovnurin hevur sitið á semingsfundi við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum síðani kl. 13 í dag, har finnast skuldi fram til, um grundarlag var at senda boð eftir Føroya Pedagogfelag.

Grundarlag var fyri at senda boð eftir Føroya Pedagogfelag, og kl. 14:30 kom formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow, niðan á Hotel Føroyar, har fundast verður.

Fyrstu løtuna sótu lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og semingsstovnurin í einum rúmi, meðan Føroya Pedagogfelag sat í øðrum rúmi, veit Kringvarpið at siga.

Fyri stuttari løtu síðani møttust partarnir, og metast kann, at veruliga samráðingar eru byrjaðar.