Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Vestergaard: - So bleiv man tað klókari, at Smyril er við at skrædna

Sverri Egholm

07.02.2018 - 13:42

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin setti í dag munnligan fyrispurning til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum um avlýsingarnar hjá Smyrli í samband við tekniskt arbeiði.

Har kom fram, at rivir eru í bjálkunum, og tí má ymiskt viðlíkaarbeiði gerast.

- Orsøkin til tað, sum verður rópt tekniskt arbeiði er tann, at man er vorðin varugur við rivir í bjálkunum ymsastaðni. Eitt nú fremst á dekkunum 5,6 og 7 í bakborð og í stýriborð, greiddi Henrik Old frá.

- So er man tað klókari, at Smyril er blivin linur í kongunum, og er farin at skrædna. Og at ymisk sveisiarbeiðir mugu fara fram. Tað sum undrar meg, er at man ikki veit hvat gongur fyri seg, at man bara hoyrir um teknisk arbeiði, segði Jacob Vestergaard.

Arbeiðið, sum skal gerast, er fyri tað mesta sveisiarbeiði og letur seg ikki gera meðan skipið er í sigling.

- Arbeiðið verður helst liðugt um ein mánaða, men broytingin í siglingini í gjár var tann seinasta um ikki okkurt heilt annað hendir, greiddi landsstýrismaðurin frá.

Jacob Vestergaard segði, at umborð eru ymisk øki avbyrgd, og at hann hevur verið umborð, tá ferðafólk hava gingið og leitað eftir óljóðið.

- Eg havi verið við Smyrli, har man hevur gingið og leitað eftir óljóðið tí man hevur hoyrt klirr og larm. Og tað er komið øgiliga langt, tá man umborð hoyrir, at nú byrjar at skinkla ymsastaðni. Tí burdi eitt eftirlit fangað slíkt áðrenn tað kom har til, heldur Jacob Vestergaard.