Vestfalskyrrindi: Eftir at vestfallið er liðugt at reka, eru vestfalskyrrindi á staðnum, og vit hava flóð. So kemur eystfallið, sum liggur í umleið 6 tímar. So eru eystfalskyrrindi á staðnum, og vit hava fjøru. Lokal viðirskifti kunnu tó gera seg galdandi sum t.d. í Nólsoyarfirði, har vestfalli, sum rekur suður, liggur í 8 tímar, meðan eystfalli, sum rekur norður, liggur í 4 tímar.

© Copyright | Portal.fo - FT Online