(Mynd: Sverri Egholm)

Vestland skuldi við íslendskum fiskamjøli til Noregs



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.02.2017 - 11:06

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Sjóvinna

Vestland var á veg við fiskamjøli úr Eskifirði á eysturlandinum í Íslandi til Noregs, tá skipið fekk maskinbrek seinnapartin í gjár og mátti biðja Vørn um hjálp.

Fyrrapartin kom Brimil sleipandi við skipinum inn um Stongina og skuldi koma á Havnina um middagsleitið.

Vestland er eitt føroyskt farmaskip, ið er skrásett í Danmark. Eigari og útgerðarmaður er Niels Andreas Mortensen í Streymnesi.

Niels Andreas greiðir frá, at avtala er gjørd við skipasmiðjuna Mest um at umvæla maskinskaðan, og vónandi kann tað gerast skjótt, so skipið sleppur víðari til Noregs við lastini. Enn er í hvussu so er ikki tikin nøkur avgerð um at umskipa lastina, sigur Niels Andreas Mortensen.

Vestland verður annars fyri tað mesta brúkt til at flyta alifóður. Felagið hjá Niels Andreas Mortensen, spf. Vermland í Streymnesi, keypti skipið í 2012 og umbygdi tað til at flyta alifóður. Tað mesta av árinum siglir Vestland innanskerðs í Noregi fyri Skretting við fóðuri og eisini olju og vetni til teir nógvu aliflakarnar har.

Men skipið verður eisini stundum brúkt til annan flutning, sum nú, ið skipið flytir fiskamjøl úr Íslandi til Noregs.

Siglir undir DIS
Vestland hevur verið skrásett í altjóða føroysku skipaskrásetingini, FAS, men í fjør var tað flutt í donsku skipaskrásetingina, DIS, og liggur í dag í felagnum N.A. Transport ApS í Svendborg, sum smápartafelagið Vermland í Streymnesi eigur.

- Tað er so, at tá siglt verður innanskerðs í Noregi verður eitt serligt oljuavgjald lagt á skip, sum ikki eru skrásett í norsku skrásetingunum ella í einum landi innan EBS-felagsskapin (EØS). Við tað at Føroyar ikki eru partur av hesum samstarvi, var ikki annað at gera enn at flaggað til eitt annað land, um vit framhaldandi vildu vera í vinnuni. Tí við einum serligum avgjaldi, sum hevði gjørt oljuna, ið vit lata, 150 oyru dýrari fyri liturin, enn onnur kundu latið, kundi vit tað sama givist, sigur Niels Andreas Mortensen, útgerðarmaður.

Fimm mans eru við Vestland.