Vestmenningar tryggjaðu sær nærum finaluplássið

Ingi Samuelsen

01.04.2017 - 18:38

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

VÍF vann í kvøld ein tryggan 29-18 sigur á KÍF. Við sigrinum ava vestmenningar nærum tryggjað sær annað plássið í FM-finalunum hóast endaliga avgerðin ikki er fallin enn.

Tað sermerkta við dystinum í dag var, at tað vóru kollfirðingar, sum høvdu takið í fyrra hálvleiki. Eitt skifti var KÍF frammanfyri 12-6. Men so byrjaðu vestmenningar at taka yvir, teir yvirtíku dystin fullkomiliga, og spældu seg at enda lættliga til ein stórsigur, 29-18.

Harvið kom VÍF upp á 31 stig, tað sama sum H71, sum í morgin spælir móti Neistanum á Hálsi í Havn.

Sum tað sær út nú, bendir alt á fina finalu millum H71 og VÍF. Í løtuni hava bæði liðini 31 stig, meðan KÍF hevur 27 stig. Kyndil hevur 26 stig á fjórða plássi, men hevur spælt ein dyst fleiri, og hevur sostatt bert ein dyst eftir og kann sostatt í mesta lagi koma upp á 28 stig.

Tveir dystir verða í høllini á Hálsi í morgin. Klokkan 16 spælir Kyndil móti StÍF, og kl. 19 spælir Neistan móti H71.

Tá teir dystirnir eru spældir, eru bert tvey umfør eftir. Oddaliðini gava hesar dystirnar eftir:
H71: Heima móti VÍF og úti móti KÍF
VÍF: Úti móti H71 og heima móti Kyndli
KÍF: Úti móti Team Klaksvík og heima móti H71

Sí eisini: Myndir: KÍF-VÍF