Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vestmenningur skiftir navn til Fuglberg



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

28.09.2017 - 12:04

> Tíðindi > Føroyar
Trolarin Vestmenningur, sum partrolar saman vid Skoraberg hevur skift navn. 

Vestmenningur hevur í dag skift navn til Fuglberg, men kemur framvegis at hoyra til JFK samtakið. 

Hanus Hansen, reiðari, keypti skipini fyri nøkrum árum síðan úr Vestmanna. Seinni skifti Fram navn til Skoraberg, av tí at vestmenningar, saman við suðuroyingum, keyptu eitt uppsjóvarskip, sum skuldi hava navnið Fram. 

Fuglberg er ikki eitt ókent skipanavn í Klaksvík. JFK hevði fyrr ein trolara við sama navnið, men seldi skipið til Grønlands. Fyri nøkrum árum síðan keypti JFK skipið aftur, sum tá fekk navnið Sjúrðarberg.