Mynd: Jens Kr. Vang

Vesturland ikki gjørt aftur

Jens Hákun Leo

25.01.2017 - 18:10

Tíðindi >

Garnaskipið Vesturland er vrak, og skipið verður ikki gjørt aftur.

Hetta veit Kringvarpið at siga í dag.

Kringvarpið skrivar, at tað kostar meir at gera skipið aftur, enn tað er tryggjað fyri, og at Tryggingarfelagið Føroyar tí hevur gjørt av, at skipið ikki verður umvælt.

Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, sigur við KVF í hesum sambandi, at skipið er so illa brent, at talan er um ein totalskaða, og at tað tí ikki loysir seg at brúka pengar upp á Vesturland.

Hann vil kortini ikki siga, hvussu nógv skipið varð tryggjað fyri.

Reiðaríið eigur skipið, sum tað liggur á Skála, og Tryggingarfelagið Føroyar ger ikki meira við málið, sigur stjórin.

Vesturland varð staddur á Føroya Banka, tá ið eldur kom í skipið um middagsleitið leygardagin tann 7. januar í ár.

Øll manningin, sum taldi 10 mans, varð fingin úr skipinum í øllum góðum við bjargingartyrluni.

Skipið varð hareftir sleipað til lands av Brimli. Brimil kom á Skála við Vesturlandi mánamorgunin tann 9. januar.