Vetrarjazzur í Havn alla næstu viku

Ingi Samuelsen

22.01.2016 - 16:10

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Í næstu viku verður jazzur á skránni í Havn. Tá verður tann áttandi vetrarjazz festivalurin á skránni – sm vanligt seinastu viku í januar, myrkastu tíð á árinum.

Bæði føroyskur og útlendskur tónleikur er á skránni, og konsertir og framførslur verða í Norðurlandahúsinum, á Reinsarínum, á Hvonn, í Sirkus, í Kaffihúsinum, í SMS og í Havnar kirkju.

Stóra tiltakið verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 28. januar tá Eivør fer at framføra verkið Kópakonuna saman við DR Bigband og DR Vokalensemblet.

Av øðrum áhugaverdum nøvnum skulu nevnast Tuesday Night Brassband úr Danmark, Sturle Dagsland úr Noregi, Shark Attack, sum er mannað bæði við norðmonnum og føroyingum, umframt Punjab, Yggdrasil og Plúmm, sum eisini hava gjørt vart við seg í seinastuni.

Leygardagin 30. januar verður sangarakonsert við Jógvan Joensen, Jensinu Olsen, Mads Matthias (úr DK) og The Højgaard Sisters.

Onnur nøvn, ið framføra á Vetrarjazz 2016 eru Blue Coat Brassband, Mathias Kapnas, Kagadim (barnajazzur), GØ, Agnar og Herluf, Khim-Zen, Balak, Hús, Katrin og Pauli, Space Invaders og Tjant.

Fríggjadagin 29. januar er stór vetrarjazz verkstova í Norðurlandahúsinum, kallað New Orleans Workshop, sum verður skipað saman við Tuesday Night Brass Band, har øll áhuga kunnu luttaka. Dagin eftir, verður ein workshop-konsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum við tilfari frá New Orleans verkstovuni. Henda workshop-konsertin endar við einari New Orleans Street Parade úr Norðurlandahúsinum oman á Reinsaríið fyri fullum útblástri.